Úrvalsbrúkaraskeið / Landsnet

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
Hvar Eftir avtalu
​Kostnaður Eftir avtalu
​Seinasta freist Eingin
Tekning Vinaliga send teldubræv tili skeid@gjaldstovan.fo, um ynski er um víðkað skeið í Excel.
 
Úrvalsbrúkarin er longdi armurin hjá KT Landsins. Av tí at úrvalsbrúkarin er staðbundin, hevur hann møguleika skjótt at loysa nógvu smáu og løttu uppgávurnar hjá stovninum.

 
Endamálið er
at læra Landsnet úrvalsbrúkaran tær uppgávur og tey amboð, ið eru neyðug at duga sum úrvalsbrúkari.

 
Innihald
Vit læra:

  • hvat Landsnet er
  • hvørjar uppgávur Gjaldstovan eigur, og hvørjar úrvalsbrúkarin eigur
  • hvussu KT Skivan og helpdesk skipanirnar virka
  • hvør munurin millum innankervið og fakskipanir er
  • um rakstraravtaluna og SLA millum Gjaldstovuna og stovnarnar
  • hvussu VPN verður sett upp
  • um mannagongdir í smb. við at keypa teldur
  • um nýggjar funktiónir á Landsneti
  • at stovna/strika brúkarar
  • hvussu snarhjálp virkar

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum hava fingið uppgávuna at vera Landsnet-úrvalsbrúkarar á stovninum.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.​​​​​​​​​​​​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified