Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin. Heildarætlanin byggir á hesar tríggjar súlurnar.
Fólkið
Vitlíki skal styrkja fólkið – við trygd, etikki og rættindum, fatan og førleikum og einum munadyggum almennum geira, sum tænir borgarunum.
Málið
Føroyskt skal vera ein sjálvgivin partur av vitlíkinum – við máltøkni, tekstgrunni og førleikum, sum varðveita og menna málið í eini talgildari øld.
Búskapurin
Vitlíki skal styrkja vinnu og samfelagsbúskap – við tøkniligum undirstøðukervi, kappingarføri og nýskapan, sum gera tað møguligt hjá Føroyum at vera við frá byrjanini.