Fráboðanir

    Vitlíki deild

    Vitlíki

    Vitlíki til gagns fyri føroyska samfelagið

    Seinastu árini er nýtslan av vitlíki vaksin skjótt kring allan heim. Vitlíki kann hjálpa við at gera arbeiðsgongdir skilabetri, gagnnýta dátur skynsamari og stuðla undir loysnir á teimum haldførisavbjóðingum, sum samfelagið stendur yvirfyri. Tøknin kann koma bæði borgarum, virkjum og almenna geiranum til góðar og vera við til at betra tænastur, gera arbeiðsgongdir skilabetri og skapa nýggjar møguleikar.

    Møguleikarnir eru nógvir, og tí er tað umráðandi, at vitlíki verður brúkt á ein ábyrgdarfullan, tryggan og gjøgnumskygdan hátt.

    Okkara visjón er, at ábyrgdarfull nýtsla av vitlíki skal styrkja føroyska talgilda samfelagið. Vit viðurkenna teir stóru møguleikarnar, sum vitlíki gevur, men við møguleikunum fylgir eisini ein ábyrgd. Tí arbeiða vit fyri, at vitlíki verður nýtt á ein hátt, sum kemur øllum samfelagnum til góðar.

    Málsøkið vitlíki liggur hjá Fíggjarmálaráðnum, og arbeiðið við vitlíki er skipað saman við Talgildu Føroyum á Gjaldstovuni. Talgildu Føroyar vórðu settar á stovn í 2015 við einari heildarætlan fyri talgilda menning. Heildarætlanin um vitlíki byggir víðari á hetta arbeiðið og verður ein nýggjur hornasteinur í framhaldandi talgildu menningini í Føroyum.

    Heildarætlan um vitlíki
    Forkanning um vitlíki

    Tann 5. mai 2026 varð forkanningin um vitlíki handað landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen.

    Forkanningin er ætlað sum grundarlag undir einari heildarætlan, sum skal tryggja ábyrgdarfulla nýtslu av vitlíki í Føroyum.

    Hon byggir á greiningar og verkstovur við luttakarum úr vinnuni, fakfeløgum, almennum stovnum og áhugabólkum. Forkanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur í Føroyum, men at tørvur er á einari felags kós, at menna førleikar og at verja føroyska málið.

    Les forkanningina í leinkinum niðanfyri:
    Forkanning um vitlíki