Fráboðanir

    Vit­líkis­skeið væl móttikin

    DSCF3707

    Nýggju vitlíkisskeiðini hjá Gjaldstovuni í Copilot Chat og Copilot Business eru væl móttikin av starvsfólkum.

    Fleiri skeið hava verið fullteknað í heyst, og tí hevur verið neyðugt at bjóða fleiri skeið út. Fleiri stovnar hava eisini nýtt møguleikan at bíleggja egin skeið á sínum stovni.

    Hetta vísir, at starvsfólk hjá tí almenna hava stóran áhuga í at menna sínar førleikar í at brúka vitlíki.

    Tað er Gunnleygur Clementsen frá Vitlíkisstovuni, sum hevur skeiðini, og hava luttakarar givið bæði skeiðnum og undirvísingini góð skotsmál.

    Skeiðini komu á skrá, eftir at nøgdsemiskanningin hjá Landsneti í vár vísti, at fleiri brúkarar í Landsneti ynsktu at læra meira um vitlíki.

    Fleiri skeið
    Næstu skeiðini í Copilot Chat og Copilot Business verða hildin ávikavist 28. og 29. oktober og 25. og 26. november. Enn eru nøkur tøk pláss, og um tørvur er á tí, verður skipað fyri fleiri skeiðum í heyst.

    Umframt skeiðini í vitlíki bjóðar Gjaldstovan í heyst eisini skeið í millum annað Skjalhaldi, Rokningaverkgongd, Leiðslukunning, Excel, rættum kt-atburði og Vaktætlan. 

    Skeiðini hjá Gjaldstovuni eru ætlað starvsfólkum, sum arbeiða hjá almennum stovnum, eldrasamstørvum og skúlunum í Skúlaneti.

    Síggj øll skeiðini hjá Gjaldstovuni  á hesi leinkju:

    Skeið hjá Gjaldstovuni