Fráboðanir

    Vitjan á tekniska háskúlanum í Tallin

    Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri, er í hesum døgum í arbeiðsørindum í Estiska høvuðsstaðnum Tallin.

    Tal Tech

    Á ferðini var hann m.a. boðin at halda fyrilestur á tekniska háskúlanum í Tallin at greiða masterlesandi frá Talgildu Føroyum. Áhoyrararnir vóru sera áhugaðir í at hoyra um okkara verkætlan og frá tilgongdini at talgilda Føroyar.

    Estland er eitt undangonguland, tá talan er um talgildan, og verður mangan umrøtt sum fyrsta talgilda tjóð í heiminum. Tekniski háskúlin í Tallin dregur tí lesandi úr øllum heiminum til lestur innan e-Governance og nýskapan. Áhoyrararnir til framløguna vóru úr Algeria, Brasilia, Estlandi, Eysturríki, Lettlandi, Nepal, Nigeria og Ukraina.

    Estland hevur verið ein stórur íblástur fyri strategiina handan Talgildu Føroyar, og samstarvið landanna millum hevur verið sera gott, síðani verkætlanin fór av bakkastokki. Heldin, ið er dátusamskiftispallurin í Talgildu Føroyum, er ein estisk loysn, ið verður nýtt í fleiri londum kring heimin.

    53062440 617893585327797 1419810811034992640 N

    53295572 2386765181544524 9222539216926277632 N