Fráboðanir

    Verk­ætla­nar­toymið Talgildur Samleiki farið til verka

    Verkætlanartoymið

    Eftir at avtala í juni mánaða varð undirskrivað við samtak millum Klintra og Føroya Tele um at menna ein føroyskan talgildan samleika, hava partarnir fyrireikað seg til verkætlanarbyrjan.

    Í døgunum 22-23. august varð skipað fyri verkstovu í hølum hjá Gjaldstovuni, eitt sonevnt kick-off‚ har verkætlanarbólkurin hittist og viðgjørdi nakrar av týðandi lutunum í loysnini. Á verkstovuni luttóku umboð fyri Talgildu Føroyar, Klintra, Føroya Tele, umframt ráðgevar.

    Komandi vikurnar verður arbeitt víðari við at tilevna endaliga verkætlanargrundarlagið fyri Talgilda Samleikan.