Fráboðanir

    Trygd­ar­veik­leiki staðfestur í PHP

    Netalokk

    Ein trygdarveikleiki er staðfestur í PHP, sum er eitt forritanarmál, ið serliga verður brúkt til heimasíður og webskipanir. Veikleikin kann undir ávísum umstøðum geva óviðkomandi atgongd til skipanir, sum brúka PHP.

    KT landsins varð kunnað um trupulleikan, og hevur síðani kannað, hvar PHP verður brúkt á skipanum, sum eru hýstar á Landsneti og Skúlaneti. Serligur dentur hevur verið lagdur á skipanir, sum eru tøkar á internetinum, og vit hava eisini kannað allar skipanir, sum bert eru atkomuligar innanhýsis.

    Neyðug stig eru tikin til at verja skipanirnar, so brúkarar hava ikki orsøk til at vera stúrin. Alt eftir umstøðunum er PHP dagført ella tikið burtur, og í einstøkum førum eru servarar tiknir av netinum. Viðkomandi stovnar og skúlar eru kunnaðir.

    KT landsins fylgir framhaldandi við gongdini og tekur neyðug stig, um nýggjar upplýsingar koma fram.