Fráboðanir

    “Talgildi Samleikin” er farin til verka

    12487206 1699597496922665 468262334587267449 O

    "Kickoff" Talgildur Samleiki 

    19. januar var “kickoff” tiltak fyri verkætlanini “Talgildur Samleiki.”

    “Talgildi Samleikin” er eitt av fýra høvuðsátøkum í Talgildu Føroyum. Ann Damgaard, KT-ráðgevi, er verkætlanarleiðari.

    Landsstýrið og Felagið Føroyskir Peningastovnar hava gjørt samstarvsavtalu um at gera ein felags talgildan samleika fyri føroyska samfelagið. Talgildi Samleikin skal vera ein trygg og einføld loysn, sum er framtíðartryggja og altjóðagjørd.
    Ognarskapurin skal vera føroyskur, staðsetingin skal vera í Føroyum og føroyskir førleikar og veitarar skulu nýtast.

    Fyrsta stig er ein fyrireikingarfasa, sum skal:
    - orða endaligu krøvini til loysnina
    - staðfesta val av tekniskari loysn
    - staðfesta markamót millum Talgilda Samleikan og Borgaraglugga/Netbankan vm.
    - gera uppskot til endaliga tíðarætlan og kostnaðarætlan
    - gera uppskot til endaliga samstarvsavtalu/verkætlanaravtalu
    - gera uppskot til endaliga (verkætlanar) organisatión
    - orða viðkomandi strategiir, t.d. til kunning, váðar og útveiting
    - manna og gera (verkætlanar)uppskot fyri hvørja partverkætlan sær

    Fyrireikingarfasan skal verða liðug 1. apríl, og málið er hava ein lidnan talgildan samleika kláran at taka í nýtslu í 2017.

    Fimm arbeiðsbólkar eru partur av verkætlanini:

    “Løgfrøði og Governance” - Bólkurin skal tryggja, at talgildi samleikin lýkur tey krøv, ið donsk og EU-lóggáva setur, og gera uppskot til hvussu økið skal skipast við bygnaði og reglugerðum. Toymisleiðari fyri arbeiðsbólkin er Allan Skaalum, ráðgevi

    ”Trygd” – Bólkurin skal áseta krøv til KT-trygd í loysnini við støði i lóggávu, standardum og váðametingum. Toymisleiðari er Dorit Reinert, trygdarleiðari á Gjaldstovuni.

    “Tilvísingarbólkur, umboðandi peningastovnarnar” – Bólkurin skal tryggja, at loysnin funktionelt livir upp til krøvini hjá peningastovnunum, undir hesum privat- og virkisinnritan og samleikafulltrú. Og at góðkenning fyriliggur frá viðkomandi myndugleika, t.d. Fíggjar- og Dátueftirlitið. Toymisleiðari er Ingi Hentze, projektleiðari á Elektron.

    “Arkitekturur” – Bólkurin skal lýsa tey funktionellu krøvini til loysnina, og gera tilmæli um arkitektur og karmar fyri útboði. Toymisleiðari er Ann Damgaard.

    “Markamót og Mobil ID” - Ein royndarkanning av Mobil ID hjá finsku fyritøkuni Valimo er sett í verk. Bólkurin skal royna Mobil ID í mun til markamót. Bólkurin skal lýsa hvussu ein loysn kann setast í verk á netbankum, Borgaraglugganum og Vinnuglugganum. Toymisleiðari er Ann Damgaard.

    Í arbeiðsbólkunum luttaka umboð fyri landsstýrið, peningastovnarnar, Gjaldstovuna, Umhvørvisstovuna, KT Landsins, Føroya Tele, Vodafon, MínLykil og TAKS.12552593 1699597490255999 1336882859416122746 N 1

    12552705 1699597530255995 2982170987302499362 N

    12507673 1699597493589332 4145252648772617406 N