Fráboðanir

    Stand­ar­di­ser­ing gjørdi skjóta trygd­ar­dag­før­ing møguliga

    DSCF2769

    Í farnu viku dagførdi KT landsins 2.674 tól á Landsneti og Skúlaneti eftir boðum frá Fortinet um átrokandi trygdardagføringar. Arbeiðið varð gjørd eftir einari nátt, uttan at stovnar og skúlar á netinum merktu nakað til arbeiðið.

    Tað bar til, tí netútgerðin er standardiserað. 

    - At vit kundu dagføra 2.674 tól eftir einari nátt, hevði ikki latið seg gjørt, um vit ikki høvdu standardiserað netútgerðina. Við fleiri framleiðarum, nógvum ymiskum modellum og verri yvirliti hevði uppgávan verið munandi truplari, sigur Birgir av Steinum, deildarstjóri fyri KT landsins.

    Dagføringarnar rætta kritiskar og álvarsligar veikleikar. Fortinet hevur funnið veikleikarnar við nýggjari vitlíkistøkni, sum kannar útgerðina og skipanirnar, ið felagið mennir.

    Fortinet mælir kundum til at dagføra skjótast gjørligt og raðfesta útgerð, sum er vend móti internetinum.

    Les meira um trygdardagføringarnar hjá Fortinet

    Fortinet hevur ikki enn almannakunngjørt nágreiniligar upplýsingar um veikleikarnar.

    – Vit vita tí ikki enn nágreiniliga, hvørjar veikleikar dagføringarnar rætta. Fortinet hevur valt at bíða við fullu kunningini, tí upplýsingarnar kunnu hjálpa áleyparum at finna og misnýta veikleikarnar í útgerð, sum enn ikki er dagførd, sigur Birgir av Steinum.

    Seinastu árini hevur KT landsins saman við veitaranum, stovnum og skúlum standardiserað útgerðina á Landsneti og Skúlaneti. Gamla útgerðin er skift út við nýggja útgerð frá Fortinet.

    Hendingin vísir ein av fyrimununum við einum standardiseraðum neti.

    – Standardisering ger ikki bara raksturin einfaldari. Hon ger tað eisini møguligt hjá okkum at dagføra túsundtals tól skjótt og skipað, tá ið álvarsligir trygdarveikleikar verða staðfestir, sigur Birgir av Steinum.

    Fullu trygdarfrágreiðingarnar hjá Fortinet verða eftir ætlan almannakunngjørdar 10. november.

    KT landsins mennir og rekur felags kt-undirstøðukervi til almennu Føroyar, harímillum Landsnet og Skúlanet. Við felags kt-loysnum skapa vit trygd, skynsaman rakstur, og frið hjá almenna geiranum at hugsavna seg um sína kjarnuuppgávu.

    Les meira um KT landsins.