Fráboðanir

    Skjøtil settur á almenna nýtslu av vitlíki

    Vitliki Forkanning Heildaraetlan

    Nú verður farið undir fyrireikandi arbeiði til heildarætlan um vitlíki. Ein heildarætlan sum tann fyri Talgildu Føroyar í 2015.

    Herfyri var útboð á Keypsportalinum eftir ráðgevum at leiða forkanningina. KT-fyritøkan Flowcore vann útboðið, og Vitlíkisstovan verður við sum undirveitari. Teirra uppgáva verður at:

    • Orða eina visión fyri vitlíki í Føroyum

    • Fáa íkast frá stovnum og øðrum áhugapørtum

    • Fáa íblástur úr grannalondum

    • Verða partur av tilmæli  til landsstýrið

    Vitlíki hevur stóra ávirkan á okkara samtíð og fær enn størri týdning í framtíðini. Nú er tað vorðið málsøki undir Fíggjarmálaráðnum, og saman við Talgildu Føroyum staðsett á Gjaldstovuni.

    Endamálið við heildarætlanini er at seta eina greiða kós fyri, hvussu vitlíki kann brúkast á ábyrgdarfullan hátt við atliti at dátuvernd, etikk og fíggjarligt haldføri til gagns fyri alt samfelagið.

     2025 10 2025 10 Vitlikiradgeving 004

    Á myndini frá vinstru: Gunnleygur Clementsen frá Vitlíkisstovuni, Jaspur Højgaard og Ólavur Ellefsen frá Flowcore. Halgir Winther Nagata, Nicolai Mohr Balle og Hóri Ranason undir Klettir frá Gjaldstovuni.

    Les meira á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum í leinkinum niðanfyri:

    Skjøtil settur á almenna nýtslu av vitlíki