Síðsti arbeiðsdagur hjá Leif
Nógv fólk nýttu høvið at koma á gátt í Silo á Vestaru bryggju í Havn fríggjadagin 2. oktober, fyri at siga farvæl við Leif Abrahamsen, sum hevði sín síðsta arbeiðsdag sum stjóri á Gjaldstovuni.
Síðsti arbeiðsdagurin hjá Leif setti punktum fyri eina 35 ára langa yrkisleið. Tíðarskeiðið hevur verið merkt av djúpum búskaparkreppum, stórum nýskipanum og tøkniligum frambrotum.
Nógvir varðar standa eftir Leif, og vit eru errin av arbeiðinum, sum er gjørt við honum á odda. Nú halda vit fram við at talgilda Føroyar, menna felags skipanir, styrkja kt-kervið og kt-trygdina og miðsavna almenn innkeyp. Í 2027 verður Løn landsins eisini partur av Gjaldstovuni.
Fíggjarmálaráðið søkir í løtuni eftir nýggjum stjóra til Gjaldstovuna. Inntil nýggjur stjóri tekur við, er Durita Tausen virkandi stjóri.