Fráboðanir

    Samleikin er trygg talgild innritan og undirskrift

    Logo Samleikin Umvent

    Tá ið Samleikin verður tikin í nýtslu í heyst, fáa føroyingar eina trygga og brúkaravinarliga loysn, ið skal verja okkara talgildu persónsdátur. Samleikin skal brúkast hvørja ferð, tú ritar inn á eina talgilda tænastu, sum t.d. Vangan.

    Talgildu Føroyar settu tíðliga sum mál, at Samleikin skuldi bjóðast út sum app á telefonum og teldlum.

    Ein av stóru fyrimunum við nýggja Samleikanum er, at tú sleppur undan lyklakortinum, sum vit kenna hjá NemID ella plastkorti, ið verður brúkt í Estlandi.

    Appin er trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Hetta merkir, a tú skalt ígjøgnum tvey stig, hvørja ferð, tú ritar inn. Hesi eru:

    1. Hava telefonina við Samleika appini hjá tær fyri at góðkenna innritanina

    2. Skriva loynitalið, ið tú hevur valt í Samleika appina.

    Samleikin kann sostatt ikki misnýtast, uttan at ein óviðkomandi hevur bæði títt loynital og telefon, og harumframt kennir títt ptal.

    Tekniska landslagið innan talgildar samleikar er í støðugari menning, eisini við atliti til varðveitsluna av privata lyklinum. Samleikin gevur tær privata lykilin í varðveitslu, og tú hevur tí fult tamarhald á egnum Samleika. Hetta er við til at økja um trygdina.