Fráboðanir

    Samleikin á geyma: Forritið skal skiftast

    Thumbnail 55828 Tf Samleikin A Geyma

    Brúkar tú Samleikan á geyma? so er umráðandi, at tú lesur kunningina um forritið, tú brúkar á telduni.

    Øll, sum brúka Samleikan á geyma á Windows teldum, skulu skfita forritið á telduni. Smart ID Desktop er forritið, tú brúkar á telduni, tá tú váttar og skrivar loynitalið við Samleikanum.

    • Gamla forritið er farið úr gildi, og tí er neyðugt at taka eitt nýtt forrit niður á telduna.

    • Um tú ikki skiftir forritið, kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma.

    Bræv er sent til tey, ið brúka Samleikan á geyma um skiftið. Brævið kann lesast niðanfyri og vegleiðingar, um, hvussu tú gert er á heimasíðuni www.samleikin.fo/geymi

    Gevið gætur, kunningin er einans ætlað teimum, ið brúka Samleikan á geyma við Windows teldum.

    Á www.samleikin.fo/geymi kanst tú lesa meira forritið, síggja vegleiðingar og yvirlit yvir tað kunning, vit hava sent út.