Fráboðanir

    Nýggjur nevnd­ar­for­maður í Landsbanka Føroya

    Figging Landsins Landsbankin Nyggj Nevnd 2017 02

    Nevndin í Landsbanka Føroya hevði sín fyrsta fund í gjár, har nevndin var fullmannað. Nevndin skipaði seg við Tummas Eliasen, sum formanni og Jan Otto Holm sum næstformanni. Umframt Tummas Eliasen, sum er útbúgvin scient pol og Jan Otto Holm, sum er útbúgvin cand. merc. eru hini í nevndini: 

    • ​Mathea Hilduberg, cand merc

    • Edvard Heen, cand econ

    • Kristoffur Laksám, stjórmálafrøðingur

    • Elisabeth Eldevig, fiskivinnufrøðingur og

    • Zvonko Mrdalo, phd í búskaparfrøði

    Ein tann fyrsta uppgávan hjá nevndini verður at lýsa eftir og seta stjóra fyri Landsbankan.

    Aftara rað: Kristoffur Laksá, Jan Otto Holm, Edvard Heen og Zvonko Mrdalo. Fremra rað: Tummas Eliasen, Mathea Hilduberg og Elisabeth Eldevig. ​