Fráboðanir

    Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum

    2017 11 MíNboks Yvirtikið 031Redigerað2

    P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur skipanirnar hjá felagnum fyri 5 mió. kr. Hetta er sostatt fyrsta stigið í ætlanini um, at Gjaldstovan tekur yvir báðar loysnirnar hjá P/F Mínboks - Mínboks og Mínlykil. Í seinasta lagi 31. desember í 2018 yvirtekur Gjaldstovan loysnirnar fult og heilt.

    Vit í Talgildu Føroyum fegnast um, at loysnin verður knýtt uppí verkætlanina og síggja nógvar fyrimunir í, at skipanirnar hjá P/F Mínboks verða partur av Talgilda Samleikanum og Tænastuportalinum.

    Við yvirtøkuni fær Gjaldstovan fíggjarligu ábyrgdina og samstundis fulla ávirkan á loysnirnar. P/F Mínboks, sum Posta og Elektron eiga í felag, heldur fram at hava rakstrarligu ábyrgdina.

    Les meira her.