Fráboðanir

    Løn­ar­viður­skifit tøk á Vanganum

    Nú kunnu starvsfólk hjá landinum og eldrasamstørvum fáa eitt greiðari yvirlit yvir lønina. Gjaldstovan er farin á Vangan, og har eru allar tínar lønarupplýsingar.

    Á Vanganum ber til at síggja yvirlit yvir: Seinastu lønir, ta løn, tú hevur fingið frá almennum stovnum og eldrasamstørvum, upplýsingar um setan, sáttmála, lønarstig, fakfelag, feriu og annað, árligu útgjøldini, har tú kann bera tey saman.

    Tænastan verður dagførd sjálvvirkandi, so starvsfólk altíð hava atgongd til nýggjastu lønartølini – hetta er meira enn bara lønarseðilin, sum verður sendur í Mínboks.

    Les um tína løn.