Fráboðanir

    Landsnet fingið nýtt brúkararáð

    Fundur hevur verið í Brúkararáðnum, og nevndin hevur skipað seg við Bergi Hansen sum formanni og Gunnleyg Árnafjall, sum næstforkvinnu. brúkararáðið verður valt til ársfundin og situr 1 ár.

    BrúKararáÐið 23 24

    Lars, Símun, Hallur, Sólrun, Skarpheðinn, Gunnleyg, Birgir, Hjalmar,
    Jógvan, Bergur, Flóvin og Djóni 

    Høvuðsuppgávan hjá Brúkararáðnum er at ráðgeva leiðsluni á KT Landsins innan skipan og stýring av Landsneti. Brúkararáðið hevur fundir einaferð um mánaðin undantikið í summarfrítíðini. Í Brúkararáðnum fyri Landsnet situr eitt umboð fyri hvørt stjórnarráð, eitt umboð fyri kommunalu eldrasamstørvini í Landsneti og eitt umboð fyri Føroya Løgting og óheftar stovnar.

    Brukararaðið 6 Oktober 23