Landið gjørt nýggjan rammusáttmála um pappír
Gjaldstovan hevur í vár havt rammusáttmála um kopipappír í útboði. Stórur áhugi var fyri uppgávuni, og átta veitarar bjóðaðu seg fram sum almennan veitara av kopipappíri. Tá ið øll tilboðini vóru viðgjørd, vísti tað seg, at Formula hevði besta tilboðið. Avtala er nú gjørd við Formula um at veita landsins stovnum kopipappír komandi trý árini.
Samlað fara landsins stovnar at fáa kopipappír góð 25% bíligari enn áður.
Meira kann lesast her: