Fráboðanir

    Kunn­ingar­fundur um útboð av talgilda samleikanum

    2017 TalgilduføroyarúTboð 021 1

    28. mars 2017 skipaði Talgildu Føroyar fyri kunningarfundi í sambandi við útboðið av talgilda samleikanum.

    Í sambandi við at útboðið av talgilda samleikanum varð lagt út á Keypsportalin 28. mars, hevði Talgildu Føroyar bjóðað til fundar, har útboðið var lagt fram.

    Væl av fólki var møtt til kunningarfundin, bæði umboð fyri KT-veitarar og aðrar áhugabólkar.

    Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, sum beyð vælkomin, og síðani Nicolai Mohr Balle, stjóri fyri Talgildu Føroyar, vístu báðir á, at útboðið av talgilda samleikanum er ein av stóru hornasteinunum í talgildini av Føroyum.

    Síðani greiddi Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari fyri Talgilda Samleikan, frá um sjálvt útboðið, herí m.a. hvussu útbjóðingartilfarið og -umfarið er skipað. Janus Helgi Læarsson frá Talgildu Føroyum greiddi eisini frá yvirskipaða arkitekturinum í loysnini, sum útboðið fevnir um.

    Nicolai tók samanum og takkaði fyri áhugan.

    Útboðið av talgilda samleikanum er lýst á Keypsportalinum og kann síggjast her

    Miðað verður eftir, at avtala við vinnaran av útboðnum verður kunngjørd tann 30. juni 2017.

    Les skjalið: Talgildur Samleiki - Karmar um útboð

    2017 TalgilduføroyarúTboð 012 1 (1)2017 TalgilduføroyarúTboð 017 22017 TalgilduføroyarúTboð 003 12017 TalgilduføroyarúTboð 0302017 TalgilduføroyarúTboð 039 22017 TalgilduføroyarúTboð 008 22017 TalgilduføroyarúTboð 022 12017 TalgilduføroyarúTboð 033 22017 TalgilduføroyarúTboð 010

    Sí fleiri myndir her