Fráboðanir

    KT landsins søkir lærlingar til nýggja kt-útbúgving

    Hevur tú hug at gerast kt-supportari?

    DSCF2448 Okt

    KT landsins søkir eftir tveimum lærlingum, sum vilja útbúgva seg til kt-supportara. Útbúgvingin byrjar á Miðnámi á Kambsdali 2. november í 2026.

    Umsóknarfreistin til læruplássini er 25. oktober í 2026.

    Bæði læruplássini eru hjá KT landsins. Annar lærlingurin verður alla lærutíðina hjá KT landsins. Hin verður part av tíðini staðfestur serliga í norðurøkinum, harímillum Miðnám á Kambsdali.

    Hetta fert tú at arbeiða við
    Í lærutíðini fert tú millum annað at:

    • arbeiða við kt-forritum, servarum og neti

    • hjálpa og vegleiða brúkarum

    • veita góða tænastu

    • taka lut í dagliga arbeiðinum hjá KT landsins

    • ganga í skúla á Miðnámi á Kambsdali.

    Nýggj útbúgving í Føroyum
    Hetta er fyrstu ferð, at tú kanst útbúgva teg til kt-supportara í Føroyum. Útbúgvingin tekur tvey og eitt hálvt ár og gevur tær eisini møguleika at halda fram á aðrar kt-útbúgvingar.

    Til ber at lesa starvslýsingina og meira um KT landsins á fylgjandi leinkju.

    Lær til kt-supportara hjá KT landsins

    Yrkisdepilin hevur eina nærri lýsing av nýggju útbúgvingini á hesi leinkju:

    Kt-supportari