Koronatilbúgving og virksemið hjá Gjaldstovuni
Sum partur av almennu tilbúgvingini ímóti koronasmittuni, hevur Gjaldstovan tikið stig at tryggja starvsfólkini, samstundis sum kjarnutænasturnar halda fram. Upplýsingarnar á heimasíðuni verða dagførdar, so hvørt broytingar eru.
Virksemið hjá Gjaldstovuni verður ávirkað, nú koronasmittan ger, at Føroyar fara niður í ferð.
Fyri at verja starvsfólk og viðskiftafólk fyri koronasmittu, hevur leiðslan á Gjaldstovuni gjørt av, at flestu starvsfólk skulu arbeiða heimanífrá frá 16. mars og í tvær vikur. Hóast avmarkingar, leggja vit doyðin á at avgreiða allar okkara uppgávur.
Gjaldstovan hevur fleiri týðandi samfelagsuppgávur, og vit veita landsstovnum, kommunum og kommunalu samstørvunum tvørgangandi tænastur. Tænasturnar eru millum aðrar Landsnet, lønarútgjald, Búskaparskipan landsins, bókhald, roknskapur og gjaldingar.
Vit miða eftir, at øll virkisøki halda fram, so væl, sum tað nú einaferð letur seg gera:
Landsnet veitir sínar tænastur, sí her
Pengar verða fluttir
Rokningar verða skrásettar
Tað verður bókað og stemmað av
Lønir verða skrásettar og útgoldnar
Vaktætlan verður umsitin og avgreidd
Vit arbeiða eftir ætlan við ársroknskapinum fyri 2019
Roknskapargóðkenningar verða framleiddar
Bókingar frá stovnum við egnum skipanum, verða innlisnar.
Til kommunurnar er at siga:
Vit innlesa kommunuroknskapir, og ætlanin at innlesa ískoytisskeið 2020-13 í apríl er óbroytt.
Vit skulu minna á, at eisini í hesum tíðum er ógvuliga týðandi, at vit fylgja roknskaparreglugerðini og trygdarpolitikkunum, sum stovnarnir hava.
