Heildarætlanin fyri vitlíki handað
Føroyar skulu vera undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.
Soleiðis ljóðar vísjónin fyri heildarætlanin fyri vitlíki, sum er handað landsstýrinum.
Tað hendi fyri løtu síðan í Kongshøll í Havn, tá Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum, handaði Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, heildarætlanina.
Heildarætlanin fyri árini 2027-2030 fevnir um 14 átøk, sum eru skipað í ein grundvøll og tríggjar súlur: Fólkið, Málið og Búskapurin.
Endamálið við heildarætlanini er at seta eina felags kós fyri vitlíki í Føroyum.
Tú kanst lesa alla heildarætlanina og annað tilfar um arbeiðið á heimasíðuni niðanfyri.
Far til heimasíðuna Vitlíki.