Gjaldstovan nýggjan portal
Gjaldstovan hevur savnað alt virksemi fyri Búskaparskipan landsins og Landsnet í ein portal, sum stovnarnir nú fáa atgongd til.
Longu fyri einum ári síðan var portalurin greiður at seta í verk. Loysnin var, at Oracle og Microsoft tøknirnar vórðu knýttar saman, soleiðis at brúkarin kendi tað sum eina skipan við eini innriting. Ella sagt við øðrum orðum, at tá ið brúkarin hevði innritað seg á telduni, so var hann eisini innritaður í Búskaparskipan landsins. Men júst um tað mundi boðaðu veitararnir frá, at tøknin, Gjaldstovan hevði gjørt av at binda Microsoft tøknina og Oracle tøknina saman við, fór at verða broytt grundleggjandi. Gjaldstovan hevur alt síðsta ár arbeitt at finna aðra loysn, sum lýkur tey krøv, sum verða sett til slíka loysn, men tað hevur verið úrslitaleyst. Tí steðgaði Gjaldstovan at seta í verk “eina innriting” á hesum sinni og er loysnin tann vit síggja í dag.
Ætlanin við eini innriting er tó ikki slept og rokna vit við, at fyrst í 2014 hava vit loyst henda spurningini. Tá verður roknskaparparturin av BSL uppstigaður til versión 12. Í hesum arbeiði verður arbeitt við eini loysn, sum kann handfara eina innriting.