Gjaldstovan fingið nýggja heimasíðu
Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Gjaldstovuni.
Gjaldstovan hevur fingið nýggjan samleika og nýggja heimasíðu. Her hava vit savnað tænastur, vegleiðingar og upplýsingar, so tú lættari finnur tað, sum tú hevur brúk fyri.
Ovast á heimasíðuni er eitt tænastuyvirlit við vegleiðingum, skjølum og leinkjum til hvørja tænastu. Tú kanst eisini finna upplýsingar undir deildini, sum veitir tænastuna, ella brúka nýggju leitiskipanina, sum skjótt finnur tað fram, sum tú leitar eftir.
Eisini finnur tú nú meira kunning um deildirnar og virksemið á Gjaldstovuni.
Heimasíðan hjá Talgildu Føroyum er nú eisini vorðin partur av gjaldstovan.fo.
Vit arbeiða á nógvum ymiskum økjum á Gjaldstovuni, men felags fyri okkum er, at vit gera gerandisdagin lættari við álítandi dátum og felags talgildum og fyrisitingarligum loysnum. Tað skal vera lætt at samskifta við Gjaldstovuna.
Nýggja búmerkið, litirnir og sniðið binda okkara virksemi saman og gera tað lættari at kenna okkum aftur.
Vit vóna, at tú tekur væl ímóti nýggju heimasíðuni. Far ein túr og lær okkum og tænasturnar betur at kenna.
Góðan lesihug.