Fráboðanir

    Fylg við beinleiðis, tá ið heildarætlan fyri vitlíki verður handað

    Týsmorgunin 24. november verður føroyska kósin fyri vitlíki sett, tá ið Gjaldstovan handar Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, heildarætlan fyri vitlíki.

    Føroyar

    Hvussu tryggja vit haldføri í føroyska búskapinum? Hvussu kunnu chatbottar skilja og skriva føroyskt? Og hvørjar førleikar hava vit tørv á í einum gerandisdegi, har vitlíki fyllir alsamt meira?

    Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða umrøddir, tá ið heildarætlanin verður handað og tey 14 ítøkiligu átøkini løgd fram.

    Martin Zachariasen, Niels Winther, Iben Nyholm Debes, Hans Kári Vang og Anne Mette Greve Klemensen fara at umrøða, hvar vitlíki ger størstan mun, hvørjar avbjóðingar fylgja við, og hvørji fyrilit vit eiga at taka. Tiltakið verður í Kongshøll kl. 9.00–11.00.

    Fylg við tiltakinum beinleiðis í leinkinum niðanfyri

    Vitlíki_Føroya stroyming