Fráboðanir

    Fríkeyp av grundardátum

    Tf Og Us

    Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan hava nú gjørt avtalu um fríkeyp av grundardátum (sí Grundardátur) úr Fólkayvirlitinum. Hetta merkir at teir luttakarir, sum umvegis Heldina (sí Heldina) verða knýttir í fólkayvirlitið fáa dátu úr hesi skránni ókeypis. 

    At grundardátur úr fólkayvirlitinum verða ókeypis er ein av fortreytunum fyri, at fáa fulla nyttu úr skránni, millum annað við sjálvvirkandi dagføring av fólkaupplýsingum í atknýttum skráum.

    Tá allar atknýttar skráir eru knýttar í fólkayvirlitið verður møguligt hjá Umhvørvisstovuni at niðurleggja gomlu LFY-skránna, soleiðis at tað slepst undan viðlíkahaldi av hesi.