Fráboðanir

    Formula vann útboðið at menna tænastu­portalin

    Leif Og Gert 4

    Menningin av tænastuportalinum fer nú í gongd. Formula vann útboðið um menning av tænastuportalinum og hevur skrivað eitt ára sáttmála við Gjaldstovuna. Arbeiðið byrjar longu fyrst í juni.

    6. mai beyð Gjaldstovan, uppsetingin og menningin av tænastuportalinum út á Keypsportalinum.

    Tá ið freistin var úti, vóru trý tilboð innkomin.

    Í útboðnum varð leitað eftir 2 - 3 navngivnum mennarum frá eini fyritøku ella samtaki. Royndirnar hjá einstøku mennarunum vektaðu helvtina av tilboðnum og prísur vektaði hina helvtina. Formula hevði besta tilboðið út frá metingarstøðinum. Mennarnir, ið Formula bjóðaði inn við, eru Jón Johannesen og Hans Jákup Danielsen, ið báðir hava drúgvar royndir sum mennarar.

    Komandi tænastuportalurin verður mentur á menningarpallinum OutSystems. Í næstum verður skeið hildið í skipanini, so mennararnir fáa innlit í menningararbeiðið. Tænastuportalurin verður ein felags inngongd sum skal gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá borgarum at røkka talgildum tænastum.

    Hetta er ein stórur varði fyri Talgildu Føroyar, og vit síggja fram til eitt gott samstarv við Formula, í menningini av hesi týðandi skipan fyri borgaran.

    2018 05 25 SáTtmáLi Um Menning Av Tp Við Ffo

    Img 4315