Fráboðanir

    Forkanning um vitlíki handað: Klárt at fara undir heildarætlan

    Image 9

    Landsstýrismaður í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, hevur fingið forkanning um vitlíki handaða.

    Frágreiðingin verður grundarlag undir einari heildarætlan, ið skal tryggja ábyrgdarfulla nýtslu av tøknini í Føroyum.

    Forkanningin byggir á greiningar og verkstovur við einum breiðum skara av luttakarum úr vinnu, fakfeløgum, almennum stovnu og áhugabólkum. Kanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur í Føroyum, men tørvur er á felags kós, sterkum førleikum og at verja føroyska málið.

    Forkanningin er gjørd í samstarvi við fyritøkurnar Usable og Vitlíkisstovuna.