Føroysku loysnirnar røkka longri
Talgilda koyrikortið kann nú brúkast í Danmark, og Føroya Rættur sendir post í Mínboks.
1. juli í ár varð talgilda koyrikortið í Skjáttuni góðkent í Danmark. Samstundis tók Føroya Rættur, sum fyrsti ríkisstovnur, Mínboks í nýtslu. Tvey framstig, sum gera tað lættari og tryggari hjá fólki at vísa, hvørji tey eru, og samskifta talgilt við myndugleikar á ein kendan hátt.
Eitt av endamálunum hevur frá byrjan verið, at fólk skulu fáa nyttu av føroysku talgildu loysnunum í gerandisdegnum, eisini tvørtur um landamørk.
Koyrikortið kann brúkast í Danmark
Føroyskir bilførarar kunnu nú vísa koyrikortið á telefonini, um teir verða steðgaðir í ferðsluni, ella skulu leiga bil í Danmark. Telefonin er hjá teimum flestu longu við á ferðini, so koyrikortið er lætt at hava við hondina.
Á sama hátt kann danska talgilda koyrikortið brúkast í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at talgild koyrikort eru góðkend tvørtur um landamørk.
Føroya Rættur sendir post í Mínboks
Frameftir fer Føroya Rættur at senda boð í Mínboks til fólk, sum skulu møta í rættinum, stevnast ella fáa eina rættarliga avgerð. Boðini verða roknað sum móttikin og lógliga kunnuggjørd, so skjótt borgarin hevur sæð tey.
Í meira enn fimm ár hava fólk kunnað samskift talgilt við flestu føroysku myndugleikar og kommunur á Vanganum. Føroya Rættur er fyrsti ríkisstovnurin, sum tekur Mínboks í nýtslu. Tað merkir, at boð frá rættinum koma í sama kenda og trygga talgilda postkassa sum annar almennur postur.
Føroya Politi er eisini á veg at senda post í Mínboks. Harumframt hava flestu ríkismyndugleikar ætlanir um at taka føroysku talgildu loysnirnar í nýtslu. Hetta er eitt av málunum í heildarætlanini hjá Talgildu Føroyum , sum skal gera tað lættari hjá fólki at samskifta við enn fleiri myndugleikar á einum staði.
_________________
Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti, samleikakorti og øðrum loyvum frá myndugleikum, eitt nú sjóvinnuprógvum.
Mínboks er partur av Vanganum, og tað er sjálvboðið at brúka Mínboks. Fólk, sum ikki hava Mínboks, fáa boð sum vanligan post.
Føroya Rættur hevur heimild at senda talgildar kunnuggerðir í Mínboks til fólk, sum skulu møta í rættinum, stevnast ella fáa eina rættarliga avgerð. Boðini verða roknað sum móttikin og lógliga kunnuggjørd, so skjótt borgarin hevur viðgjørt tey.