Fráboðanir

    Føroyska Leiðslu­kunn­ingar­skip­anini víst fram á e-gov ráðstevnu í Tallinn‚ Estlandi

    Leif Abrahamsen

    Á verkstovu fyri smátjóðir og oyggjasamfeløg, sum var á ráðstevnuni í Estlandi fekk Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, høvi til, at greiða frá Leiðslukunningarskipanini í Búskaparskipan Landsins, ið helst er millum fremstu leiðslukunningarskipanir í heiminum innan almenna geiran.
    Á verkstovuni luttóku umboð frá fjarskotnum londum, so sum Seyskelloyggjunum, Mauritius og Dominikanska lýðveldinum.
    Eftir verkstovuni fingu fleiri av luttakarunum høvi til at fáa eitt prát um skipanina, á básinum, sum Talgildu Føroyar høvdu á ráðstevnuni.

    Leif Abrahamsen 213305225 1748703005345447 4164612508425248585 O13305252 1748703062012108 2806114918176104477 O13305072 1748703008678780 2297405382613814245 O