Flyt bústað á Vanganum
Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu ella til annan bústað í kommununi?
Nú sleppur tú undan at fara oman á Snarskivuna á Vaglinum, tá ið tú flytur til nýggjan bústað í Tórshavnar kommunu. Framyvir kanst tú fara inn á Vangan at boða frá flyting. Tú kanst fráboða flyting fyri teg og títt húski samstundis. Fráboðanin verður sjálvvirkandi skrásett í skipanina hjá Tórshavnar Kommunu. Síðani góðkennir Landsfólkayvirlitið á Umhvørvisstovuni skrásetingina. Hetta er vanliga dagin eftir at fráboðanin um flyting er skrásett, og tá hevur tú nýggjan bústað. 20 aðrar kommunur eru í gongd við menning á Vanganum, so tær eisini kunnu bjóða hesa tænastuna. Hetta verður seinni í ár.
Tá tú skrásetir nýggjan bústað, fáa m.a. fylgjandi stovnar boð um nýggja bústaðin.
Landsfólkayvirlitið
TAKS
Almannaverkið
Heilsutrygd
Landssjúkrahusið
Posta, peningastovnar, tryggingarfeløg, SEV og oljuveitarar fáa ikki boð um flyting, so teimum mást tú minnast til at boða frá.
Nýggja tænastan er einans tøk, um tú frammanundan býr í Føroyum og skalt flyta til Tórshavnar kommunu. Flytur tú úr útlondum skalt tú framvegis møta upp hjá kommununi. Í fjør skrásetti Tórshavnar kommuna slakar 2000 fráboðanir um flyting.
Les meira um at flyta í Tórshavnar kommunu í leinkinum niðanfyri