Fráboðanir

    Fíggj­ar­mála­ráðið gjørt avtalu um Talgildu Føroyar við sam­starvs­fel­agar

    4. apríl 2017 undirskrivaði Fíggjarmálaráðið samstarvsavtalu við 16 fyritøkur og feløg.

    Samstarvsfelagir Transparent (1)

    Ítøkiliga merkir avtalan, at samstarvsfelagarnir hava ávirkan á verkætlanina og eru við at fíggja hana. Samstarvsfelagarnir fíggja verkætlanina við samanløgdum 16,7 mio. Kr. Í tíðarskeiðinum 2017-2020. Harumframt hava føroysku peningastovnarnir sett 9 mio. kr. av til íløgur og 6 mio. kr. til rakstur í verkætlanini.

    Samstarvsfelagarnir hava eitt umboð í stýrisbólkinum hjá Talgildu Føroyum, og hava á tann hátt beinleiðis ávirkan á arbeiðið í verkætlanini.

    Talgildu Føroyar fevnir um bæði stovnar, fyritøkur og allar føroyingar, og tí er tað umráðandi at fáa so nógvar partar við sum gjørligt, sum fáa ávirkan á verkætlanina. Soleiðis kann Talgildu Føroyar á besta hátt nøkta talgilda tørvin hjá borgarum, vinnulívi og mynduleikum.

    Tá ið samstarvsavtalurnar vóru undirskrivaðar 4. Apríl 2017 segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fígjarmálum: “Vit ynskja, at menningin av Talgildu Føroyum verður kjølfest breitt í føroyska samfelagnum, soleiðis at vit fáa loysnir, ið skapa so stóra framgongd sum møguligt fyri føroyingar, vinnu og alt samfelagið. Eg eri tí ómetaliga fegin um, at vit í dag hava gjørt samstarvsavtalur við eina røð av fyritøkum og feløgum, ið vilja verða partar av hesi stórfingnu verkætlan - ein verkætlan, ið fer at flyta Føroyar munandi framá við nýggjum og betri tænastum, størri kappingarføri og einum lættari gerandisdegi fyri føroyingar”

    Samstarvsfelagarnir eru

    SEV

    IRF

    Føroya Tele

    Vodafone

    Atlantic Airways

    Eystur- og Sandoyartunlar

    Vága Floghavn

    ALS og Trygdargrunnurin

    Effo

    Magn

    Betri Trygging

    Trygd

    Nordik Pensjón

    Lív

    Betri Pensjón

    Felagið Peningastovnar vegna BankNordik, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa. 

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 109

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 105 (1)

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 101

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 098

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 095

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 113

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 127

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 118

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 128

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 130

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 131

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 133 (1)

    2017 Talgildu Samstarvsavtalur 134

    Kristina Og Johanna (1)