Fráboðanir

    DAGFØRING: Trupulleikar hjá Microsoft ávirka Landsnet og Skúlanet

    Microsoft hevur í løtuni tøkniligar trupulleikar, sum ávirka tænastur víða um heim. Landsnet og Skúlanet eru eisini ávirkað.

    DAGFØRING KL 14.45

    Telduposturin virkar aftur

    Microsoft hevur boðað frá, at arbeiðið at fáa tænasturnar aftur at rigga gongur framá, og batar eru at síggja í stórum pørtum av Evropa. Hjá okkum sær út til at flestu tænasturnar eru komnar í rættlag aftur

    Tó kunnu teldupostar í løtuni verða seinkaðir, og tað kann taka eina løtu, áðrenn teir koma fram. Teldupostar kunnu eisini koma stigvíst inn. Hevur tú sent ein teldupost, sum ikki er komin fram enn, er hann ikki burtur, men ávegis.

    Summi kunnu framvegis uppliva seinkingar ella óstøðugt samband, meðan arbeiðið hjá Microsoft heldur fram.

    DAGFØRING KL 10.15

    Telduposturin er framvegis óvirkin – Teams virkar í flestu førum

    Trupulleikarnir hjá Microsoft ávirka framvegis teldupostin á Landsneti og Skúlaneti. Enn er einki nýtt at frætta frá Microsoft.

    Teams virkar í flestu førum

    Tit kunnu tí nýta Teams til innanhýsis samskifti á Landsneti og Skúlaneti.

    Samskiftið á góðkendum miðlm

    Fyri at verja dátur og tryggja KT-trygd mæla vit til, at tit ikki brúka privatan teldupost ella miðlar sum Messenger til arbeiðssamskifti.

    Bráfeingis teldupostur

    Hava tit bráfeingis boð, sum skulu sendast við telduposti, kunnu tit seta tykkum í samband við KT-skivuna á telefon 352490

    Mínboks virkar

    Tit kunnu framvegis senda post í Mínboks. Hava boðini skund, ella er freistin stutt, mæla vit til, at tit eisini ringja til móttakaran. Hevur móttakarin teldupost hjá Microsoft, er ikki vist, at viðkomandi fær fráboðan um nýggjan post í Mínboks.

    Vit fylgja støðuni neyvt og kunna her, tá ið nýtt er at frætta.

    __________

    Tað merkir, at brúkarar í Landsneti og Skúlaneti í løtuni ikki fáa brúkt teldupost, Teams og aðrar tænastur frá Microsoft.

    Trupulleikarnir raka ikki allar brúkarar. Microsoft arbeiðir við at loysa hetta, og einki bendir í løtuni á, at talan er um netálop.

    Vit fylgja støðuni neyvt. Vit kunna her, tá ið tænasturnar virka aftur.