Fráboðanir

    Buldrandi bú­skapar­vøkstur og hvør er arb­eiðs­marknað­urin ?

    Hesi trý lótu tølini koma til orðanna á Jobmatch í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs. Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni og Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni, tóku áhoyrararnar á rundferð gjøgnum føroyska arbeiðsmarknaðin, har m.a. varð heitt á ung um at koma heim aftur, tí Føroyar hevur tørv á teimum.

    Lønarskrivstovan á Gjaldstovuni umsitur løn hjá almennu starvsfólkunum, ið umboða ein triðing av arbeiðsmarknaðinum. Niðurstøðurnar í framløguni vóru, at vit gerast færri fólk at klára uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum. Kringvarpið var við til framløguna í Norðurlandahúsinum á Jobmatch 2023.

    Kringvarpið skrivar, at eitt nýtt "Exit Føroyar" møguliga er í væntu.

    Okkurt má gerast nú fyri at fáa ung at velja Føroyar fram um onnur lond. Nýggjastu hagtølini vísa, at Føroyar missa umleið fimta hvønn úr hvørjum ættarliði.

    Linnéa L. Petersen er flutt heim aftur til Føroya, tí hon fekk starv í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Hon hevur millum annað lisið í Amsterdam og starvast á ES høvuðsborgini í Brússel. Hon heldur, at vit skulu ansa eftir ikki at stavnsbinda føroyingar í Føroyum.

    Síggj tíðindabrotið, ið er tøkt heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

    Durita Malan Og Kari