Fráboðanir

    Brúkararáðið hjá Landsneti valt

    Brukararadid2026

    Brúkararáðið verður valt annað hvørt ár, og til ársfundin í mai varð tað valt aftur.

    Jógvan Højgaard heldur fram, sum nevndarforfólk og Gunnleyg Árnafjall, sum næst forfólk.

    Hinir í nevndini eru: Hjalmar Hansen, Mentamálaráðið, Hans Albert Hansen, Uttanríkis- og fiskimálaráðið, Flóvin Eidesgaard, Løgmansskrivstovan, Allan Nolsøe, Heilsu- og orkumálaráðið, Eyðstein Dam, Løgtingið, Skarpheðinn Njálsson, Fíggjarmálaráðið og Lars Larsen Black, eldrasamstørvini. Skarpheðinn væntar á myndini.

    Høvuðsuppgávan er at ráðgeva leiðsluni á KT Landsins í Landsnet viðurskiftum.

    Brúkararáðið hittist regluliga til fundir saman við KT Landsins. Formliga grundarlagið undir ráðnum er Starvsskipan fyri nevndina fyri Landsnet.

    Setið tykkum í samband við tykkara brúkararáðslim, um tit hava ivamál, ynskir til broytingar ella spurningar um viðurskifti í Landsneti.