Broyting í innritan í BSL
Nú eru BSL brúkarar á Landsneti beinleiðis innritaðir í BSL, tá innritað er á teldur, ið eru innlimaðar í Landsnet. Íverksetanin av broytingini hevur við sær, at skipanirnar í BSL eru tøkar eins og teldupostur, skjøl, og aðrar dátur hjá stovninum, uttan at neyðugt at skriva brúkaranavn og loyniorð umaftur.
Av hesi orsøk, verður tí mint á týdningin at læsa skermin hjá sær, tá farið verður frá honum. Við Firefox kann vera neyðugt at gera tillagingar.