Fráboðanir

    Broyting í at innrita í BSL á Landsneti

    Fyri allar BSL brúkarar, ið arbeiða á stovnum, ið eru partar av Landsneti, er broyting í hvussu innrita verður í BSL

    Vegna tekniskar trupulleikar varð broytingin, í at innrita í BSL, ikki framd sum ætlað. Broytingin verður framd seinni. 

    Frá mikudegnum 11. oktober, verður ikki neyðugt at innrita í BSL, um tín telda er innlimað í Landsnet, tí BSL fer at brúka innritingarfunkuna á Landsneti. Hetta merkir, at tá tú hevur innritað á telduna, so er ikki neyðugt at skriva brúkaranavn og loyniorð aftur, tá farið verður inn á BSL.

    Íverksetanin av broytingini hevur við sær, at BSL er tøk, longu tá innritað er á telduna, eins og teldupostur, skjøl, og aðrar dátur hjá stovninum. Tí meta vit tað vera neyðugt at minna fólk á týdningin at læsa skermin hjá sær, tá farið verður frá honum.

    Fortreytir fyri ágóðanum

    Um tú nýtir Internet Explorer og/ella Chrome, fær tú ágóðan av broytingini, uttan at broyta nakað. Brúkar tú Firefox, er neyðugt at gera eina lítla broyting í kaganum. Sí vegleiðing vegleiðing​​​​​.