Avsláttaravtalur fyri Totalview og Nema Tíð
Gjaldstovan hevur nýliga gjørt avtalur við tvey føroysk kt-feløg um avslátt av tíðarskrásetingarskipanum. Hetta er eitt tilboð til allar landsstovnar, sum Keyp landsins hevur fingið í lag.
Talan er um Nema Tíð hjá Nema og Totalview hjá Formula.
Vit fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa góðan avslátt frá báðum veitarum. Avslátturin kemur teimum landsstovnum, sum brúka skipanirnar, til góðar.
Avtalurnar binda ongan stovn til at taka av nakrari avtalu. Hugsanin er, at teir stovnar, sum brúka aðra av hesum skipanum, fáa tann avsláttin, sum Gjaldstovan hevur fingið til landsstovnar.
Stovnarnir avgera sjálvir, um teir keypa eina av hesum skipanum ella velja onkra aðra loysn.
Fer eitt keyp upp um 50.000 krónur, er tó neyðugt at senda tilboðsfyrispurning til í minsta lagi tveir veitarar. Fer keypið upp um 500.000 krónur, skal tað bjóðast út.
Brúkar ein landsstovnur longu aðra av hesum skipanum, er vert at hann tryggjar sær, at hann fær nýggja prísin. Leggjast skal eisini aftrat, at einki er til hindurs fyri, at stovnar royna at fáa eina betri avtalu enn hana, sum Gjaldstovan hevur fingið.
Til ber at lesa meira um avtalurnar við at trýsta á leinkjurnar:
Avsláttaravtalan – Nema Tíð (Innritan krevst)
Avsláttaravtalan – Formula (Innritan krevst)
Fleiri avsláttaravtalur eru á veg
Avsláttaravtalur eru eitt nýtt amboð, sum Keyp landsins á Gjaldstovuni fer at brúka, tá ið talan er um vørur ella tænastur, sum ikki egna seg til útboð ella tilboðsfyrispurning.
Ætlanin er at gera avtalur við fyritøkur um avslátt av ymiskum vørum og tænastum, sum eru trupul at kappingarútseta.
Miðað verður eftir at fáa fleiri avsláttaravtalur í lag næstu tíðina.