Fráboðanir

    Ásla Dam Rasmussen nýtt UX starvsfólk

    Ásla Dam Rasmussen er sett í starv sum UX starvsfólk í Talgildu Føroyum.

    Ásla er 32 ára gomul og útbúgvin Cand.It frá Aalborg Universitet. Harumframt er hon útbúgvin Multimediedesigner.

    Uppgávurnar hjá Áslu verða at tryggja, at tænasturnar í Talgildu Føroyum eru brúksvinarligar og skynsamar fyri allar føroyingar.

     

    Vit ynskja Áslu vælkomna í Talgildu Føroya