Fráboðanir

    Ársfundurin hjá Landsneti 2025 við Tjarnir

    Vidtjarnir

    Ársfundurin hjá Landsneti í ár verður hildin í høllini við Tjarnir, týsdagin 27. mai, 11.15 - 15.00.

    • 11.15 KT Landsins bjóðar eina máltíð

    • 12.00 Vælkomin, Bjarni Askham Bjarnason

    • 12.15 Formansfrágreiðing, Jógvan Højgaard

    • 12.30 Okkara Landsnet - saman fram, Birgir av Steinum

    • 13.05 Stuttur kaffisteðgur

    • 13.15 Skjalhald í verki: Royndir og hentleikar, Monica Hjelm Rasmussen, Diana Gilstón og Randi Á. Jakobsen

    • 13.45 Trygdarbrotið í Klaksvík - hvat lærdu vit ? Rúni Rasmussen

    • 14.05 Kaffisteðgur við kaku

    • 14.25 KT-brotsverk í broyting: Hvat er á veg, og hvussu verja vit okkum ? David Malcher

    • 14.55 Vit taka saman um, Leif Abrahamsen

    Trygd setur dagsskránna
    Vit liva í einum heimi í broyting, har kt-trygd fær alsamt størri týdning. Hvørjir eru størstu váðarnir, og hvønn leiklut hevur tín stovnur í verjuni ?

    Á fundinum fara vit at varpa ljós á, hvussu Landsnet hevur økt trygdina við einum nýggjum Security Operations Center. Eisini fáa vit vitjan av trygdarserfrøðinginum, David Malcher, sum fer at siga frá, hvussu Fortinet arbeiðir við at eygleiða, avdúka og handfara trygdarálop.

    Felags skjalagoymsla 
    Skjalhald er okkara felags skjalagoymsla til greiða og trygga málsviðgerð og journalisering. Á fundinum fara vit at vísa á nýggjar funkur, sum gera arbeiðsgongdirnar skjótari, smidligari og tryggari, so tit fáa betri tíð til tykkara kjarnuuppgávur..

    Les meira um skránna og tekna teg til fundin á Ársfundur 2025