Anna Kristina Jespersen er konstituerað sum roknskaparleiðari á Gjaldstovuni
Leiðslan á Gjaldstovuni hevur konstituerað Onnu Kristinu Jespersen sum roknskaparleiðara á Gjaldstovuni.
Anna Kristina varð sett í starvið sum roknskaparleiðari í apríl mánaði. Anna Kristina hevur starvast á Gjaldstovuni síðan 2007. Hon byrjaði sum studenta-hjálpari, tá ið hon gekk á Handilsskúlanum, og hevur síðan verið í føstum starvi á Gjaldstovuni eftir loknan HH lesnað. Anna Kristina varð liðug við HD í roknskapi og fíggjarstýring í 2015 og er vaksin upp við Gjaldstovuni.
Vit skulu higani ynskja Onnu Kristinu alt tað besta í nýggja starvinum.