Fráboðanir

    A89960 Gjaldstovan Lærlingur 737X414

    Lær til KT supportara hjá KT landsins

    Vilt tú starvast í einum spennandi og avbjóðandi kt-umhvørvi? Vit bjóða eina spennandi og fjølbroytta útbúgving sum kt-supportari. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT landsins og gongur í skúla á Kambsdali. Í lærutíðini fert tú at arbeiða við kt-forritum, servarum og neti, har dentur verður lagdur á at veita eina góða tænastu til brúkararnar.

    Um KT landsins

    KT landsins er partur av Gjaldstovuni og húsast í Albert Hall á Argjum. Okkara dagliga arbeiðsuppgáva er at veita almennu Føroyum góðar kt-tænastur. Hetta gera vit gjøgnum Skúlanet, Landsnet og Skjalhald.

    • Skúlanet er til fólkaskúlar og hægri lærustovnar

    • Landsnet er til stjórnarráð, stovnar og eldrasamstørv

    • Skjalhald er til stovnar, sum KT landsins umsitur

    Við tær eru vit 18 fólk í KT landsins, og vit samstarva nógv við okkara kt-veitarar.

    Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

    • at hýsa og reka net og servarar

    • at umsita teldur og brúkarar

    • at hjálpa brúkarum

    • at ráðgeva um kt og kt-samskipan

    • felags kt-innkeyp

    • kt-trygd

    Um útbúgvingina

    Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og Skúlanet. Talan verður m.a. um uppgávur innan

    Kundatænastu

    Tú lærir at vegleiða og hjálpa brúkarum og tryggja, at tey fáa neyðugu kt-hjálpina

    Rætta feilir

    Tú lærir at finna og rætta feilir á neti, tólum og skipanum

    Kt-trygd

    Tú fært vitan um kt-trygd, regluverk og standardar

    Installatión og uppseting

    Tú lærir at seta upp teldur og aðra kt-útgerð, leggja inn forrit og dagføra drivarar.

    Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tú fært gott innlit í mest brúktu forritini, servarar og net.

    Førleikar

    Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í kt. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum. Tú hevur áhuga og evni at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú ert tænastusinnað/ur og dámar at samstarva við onnur.

    Setanarviðurskifti

    Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt sum lærlingur í 4. flokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 15.992,27 um mánaðin, næsta árið kr. 19.190,72 um mánaðin og síðsta árið kr. 22.389,17 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.

    Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, og skúlagongdin er í miðnámsskúlanum á Kambsdali.

    Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Halgir Winther Nagata, rakstrarleiðara, halgir@gjaldstovan.fo, tel. 352467.

    Umsóknarfreistin er 25. oktober í 2026

    Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “Kt-lærlingur”.

    Starvsbyrjan verður eftir avtalu.

    Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss

    Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit - tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna - eru skipað í seks høvuðsøki: KT landsins, Løn & bókhald landsins, Búskaparskipan landsins, Talgildu Føroyar, KT trygd og Keyp landsins. Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.