Kt-umsitari til KT landsins
Hevur tú skil upp á kt, og dámar tær at hjálpa øðrum? Dugir tú at finna loysnir, og kundi tú hugsað tær at hjálpt kundum at finna loysnir, sum hóska til teirra tørv?
Kom og ver okkara nýggi kt-umsitari hjá KT landsins.
Hjá okkum verður tú partur av einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum og framsøknum starvsfeløgum. Tú fært ein fjølbroyttan arbeiðsdag, har tøkniligur førleiki, tænastuhugburður og gott samstarv eru partur av arbeiðinum. Harumframt eru góðir møguleikar fyri fakligari menning.
Um starvið
Høvuðsuppgávan verður, saman við hinum í toyminum hjá KT landsins, at veita kundunum í Landsneti og Skúlaneti góðar og tryggar kt-tænastur, at tryggja støðugan rakstur av skipanum og netum og at arbeiða við kt- og nettrygd.
Tú verður eitt týðandi samskiftislið millum kunda og KT landsins. Tað merkir, at tú skalt duga at seta teg inn í tørvin hjá kundunum, ráðgeva og hjálpa við møguligum loysnum.
Sum kt-umsitari fert tú millum annað at:
umsita net
seta upp og umsita forrit, stýrisskipanir og stillingar á ymiskum tólum og seta tær í verk við Intune
umsita Windows Server, Active Directory, Microsoft Entra ID, Exchange Online, Intune og aðrar skipanir í Microsoft 365
arbeiða við automatisering og scripting í eitt nú PowerShell
arbeiða við tøkniligari trygd og nettrygd
finna og loysa feilir á neti, tólum og skipanum
vera samskiftislið millum kunda, KT landsins og veitara
luttaka í og eftir tørvi samskipa smærri kt-verkætlanir
Førleikar
Fyri at røkja starvið er týdningarmikið, at tú hevur áhuga fyri kt, ert forvitin at læra nakað nýtt og dugir væl at samskifta við kundar. Vit vænta ikki, at tú dugir alt frammanundan, men at tú hevur hug og førleika at seta teg inn í nýggj øki.
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving sum til dømis kt-supportari. Starvsroyndir innan kt-umsiting, brúkarahjálp, ráðgeving, kundarøkt ella líknandi eru somuleiðis ein fyrimunur.
Vit leggja dent á, at tú:
hevur tænastusinnið og dugir væl at samskifta við kundar
dugir at lurta og seta teg inn í tørvin hjá øðrum
dugir at umseta tørv og avbjóðingar til ítøkiligar kt-loysnir
arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
hevur góð samstarvsevni
tekur ábyrgd og fylgir uppgávunum, til tær eru avgreiddar
hevur hug at menna bæði tínar egnu førleikar og tænasturnar hjá KT landsins.
Tað verður samskift við útlendskar veitarar, og tí er neyðugt at duga danskt og enskt umframt føroyskt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 79 24 99.
Starvsbyrjan verður eftir avtalu.
Umsóknarfreistin er 13. november í 2026
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “Kt-umsitari”.
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit - tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna - eru skipað í seks høvuðsøki: KT landsins, Løn & bókhald landsins, Búskaparskipan landsins, Talgildu Føroyar, KT trygd og Keyp landsins. Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.