Fráboðanir

    KT trygd

    KT trygd verjir talgildu dáturnar, skipanirnar og rakstrarumhvørvið hjá Gjaldstovuni ímóti trygdarhóttanum og netálopum.

    DSCF2448 Okt

    Deildin arbeiðir proaktivt við at eyðmerkja, fyribyrgja og handfara trygdarváðar. Endamálið er at tryggja eitt sterkt og mótstøðuført kt-umhvørvi.

    KT trygd samstarvar tætt við hinar deildirnar á Gjaldstovuni. Samstarvið tryggjar, at virksemið hjá Gjaldstovuni fer fram í einum tryggum og vælvirkandi talgildum umhvørvi.

    Kt-trygdarleiðarin hevur ábyrgdina av dagligu stýringini av trygdarøkinum. Tað fevnir millum annað um at tryggja:

    • at Gjaldstovan fylgir rundskrivinum um KT-trygd

    • at Gjaldstovan fylgir kt-trygdarleiðreglunum

    • at trygd er ein partur av øllum mannagongdum, rakstraruppgávum og verkætlanum