Fráboðanir

    DSCF3402 Okt

    Dátuvernd

    Á Gjaldstovuni leggja vit stóran dent á dátuvernd og trygga viðgerð av persónupplýsingum. Vit viðgera persónupplýsingar sum lið í okkara dagliga virksemi og teimum uppgávum, sum Gjaldstovan hevur ábyrgd av.

    Vit leggja dent á, at persónupplýsingar verða viðgjørdar lógliga, trygt og við virðing fyri rættindunum hjá tí einstaka.

    Hvussu viðgera vit persónupplýsingar?

    Gjaldstovan røkir eina røð av fíggjarligum og fyrisitingarligum uppgávum. Í hesum sambandi kann tað vera neyðugt at viðgera persónupplýsingar um borgarar, starvsfólk og onnur, sum hava samband við Gjaldstovuna.

    Upplýsingarnar kunnu eitt nú fevna um navn, bústað, samskiftisupplýsingar, persónstal og aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at røkja okkara uppgávur.

    Vit viðgera bert persónupplýsingar, tá ið vit hava eitt lógligt grundarlag, og upplýsingarnar verða nýttar til saklig og greitt ásett endamál.

    Vit leggja dent á, at persónupplýsingar verða vardar ímóti óheimilaðari atgongd, misnýtslu og missi.

    Tíni rættindi

    Sambært dátuverndarlógini hevur tú fleiri rættindi í sambandi við viðgerð av tínum persónupplýsingum.

    Tú hevur millum annað rætt til at:

    • Fáa kunning um, hvussu og hví tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.

    • Fáa innlit í persónupplýsingar, sum Gjaldstovan viðger um teg.

    • Fáa upplýsingarnar rættaðar, um tær eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

    • Biðja um striking av persónupplýsingum, tá ið treytirnar fyri hesum eru loknar.

    • Biðja um avmarking av viðgerðini av tínum persónupplýsingum í ávísum førum.

    • Mótmæla viðgerðini av tínum persónupplýsingum í teimum førum, har lógin gevur tær henda rætt.

    Rættindini eru ikki treytaleys og kunnu vera avmarkað av lóggávu og teimum uppgávum, sum Gjaldstovan hevur skyldu at røkja.

    Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið.

    Dátuverndarfólk

    Gjaldstovan hevur eitt dátuverndarfólk (DPO), sum ráðgevur innanhýsis um dátuvernd og hevur eftirlit við, at reglurnar um viðgerð av persónupplýsingum verða hildnar.

    Hevur tú spurningar um, hvussu Gjaldstovan viðger tínar persónupplýsingar, ella um tíni rættindi sambært dátuverndarlógini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við dátuverndarfólkið.

    Klaga um viðgerð av persónupplýsingum

    Um tú heldur, at Gjaldstovan ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við dátuverndarlógina, kanst tú seta teg í samband við okkum.

    Tú hevur eisini rætt til at klaga til Dátueftirlitið, sum er óhefti eftirlitsmyndugleikin á dátuverndarøkinum í Føroyum.

    Meiri kunning fæst á leinkjuni undir, sum er heimasíðan hjá Dátueftirlitinum.

    Far til heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum.

    Lógarkarmur

    Viðgerð av persónupplýsingum á Gjaldstovuni er fevnd av føroysku dátuverndarlógini:

    Føroyska dátuverndarlógin