SharePoint og OneDrive til fílagoymslu
- Nær
- Frá Til
- Undirvísari
- Tóri Slættalíð
- Prísur
- 2.800
- Slag
- Skeið: KT
- Deild
- KT landsins
- Pláss eftir
- 12
Skipa tínar egnu og tykkara felags fílur á rætta stað og lætt um arbeiðsbyrðuna.
Fá meira at vita um skeiðið á YouTube og á heimasíðuni hjá Synergi https://www.synergi.fo/skeid-fyri-kt-landsins/
Hvat er munurin ímillum SharePoint og OneDrive, nær skal tú goyma í OneDrive, og nær er betri at brúka SharePoint ?
Tað er ikki so løgið, at nógv ivast í hvat er hvat, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 og bæði hava dátugoymslu í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta.
SharePoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfarið, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kann lættliga gera ymiskar síður, sum vísa júst tað, sum tit hava brúk fyri at nýta.
Við OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar, ið bara tú skal hava atgongd til, á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið, og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office skjølum, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum.
Endamálið er
at læra fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive, og ikki minst nær tú brúkar hvat.
Innihald
Í SharePoint lærir tú:
at navigera, so tú veit, hvat liggur hvar
um listar og savnið av tilfari, har tú kanst goyma alskyns fílur
at gera tillagaðar síður sum lættliga vísa innihald av listum, tilfari t.d. úr Teams, kalendarum o.a.
at samskriva í skjøl, um útgávur har til ber at bakka aftur til eldri útgávur av skjølum, at kekka skjøl inn og út v.m.
at skipa tilfar, sum liggur í Teams, á ein einfaldan hátt í SharePoint
Í OneDrive lærir tú
um munin á OneDrive og t.d. Dropbox. Hvussu er trygdin í OneDrive
at stovna, strika og skipa tilfar
at samskriva í sama skjali, at bakka aftur til eldri útgávur og rættindi til fílur
at deila tilfar í OneDrive við onnur á ymiskan hátt
at nýta Outlook saman við OneDrive
at samstilla fílurnar í OneDrive við telduna, so alt verður goymt á einum tryggum stað
at nýta OneDrive á telefonini, m.a. til at taka trygdaravrit (backup) av myndum
Skeiðið er ætlað
teimum, ið leggja dentin á fílupartin av SharePoint, og at hetta skeiðið er sera gott til deildir og stovnar, sum vilja deila skjøl regluliga.T.e.at undirvíst verður ikki í øllum SharePoint funkunum.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.