Rokningaverkgongd RVG
- Nær
- Frá Til
- Undirvísari
- Eyðun R. Jensen
- Prísur
- 500
- Slag
- Skeið: Bókhald
- Deild
- Bókhald landsins
- Pláss eftir
- 8
Endamálið er
at lýsa, hvussu Búskaparskipan landsins (BSL) er sett saman. Verkgongdarskipanin verður gjøgnumgingin, og hugt verður at, hvussu kreditorrokningar verða viðgjørdar, og hvar í Leiðslukunningarskipanini ábyrgdarpersónar kunnu fylgja kreditorrokningum.
Innihald
Vit læra:
um bygnaðin í Búskaparskipan landsins
at kontera rokningar í verkgongd
at stovna innanhýsis skjøl
at stovna alias
at finna rokningar í Leiðslukunningarskipanini
Skeiðið er ætlað
teimum, ið arbeiða við ognarabókhaldi, og øðrum, ið kundu hugsað sær eitt yvirlit yvir, hvussu Búskaparskipan landsins er sett saman.
Forkunnleiki
Tað er ein fyrimunur at vita um Kontuskipan landsins, og tað er neyðugt at hava grundleggjandi vitan um teld.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at senda @ til skeid@gjaldstovan.fo