Fráboðanir

    Rættur KT atburður í tí almenna

    Nær
    Frá Til
    Slag
    Skeið: KT
    Deild
    KT trygd

    Endamálið er
    at starvsfólkini eftir skeiðið skrivliga kunnu vátta, hvat verður væntað av teimum, tá ið tey brúka teld. Eitt týðandi mál er, at reglurnar, sum galda fyri at handfara teldupost, verða fataðar eintýtt.

    Innihald
    Greitt verður frá, hvussu dáturnar verða flokkaðar, sum stovnurin varðar av. Serlig viðurskifti, sum eru galdandi fyri stovnin, verða greinað. Gjaldstovan hevur, saman við øðrum stovnum, orðað brúkarakrøv. Undirvíst verður í hesum brúkarakrøvum, møguliga við tillagingum til einstaka stovnin. Greitt verður frá, hvat skrivliga brúkaraváttanin fatar um.

    Skeiðið er ætlað
    øllum á stovninum. Skal endamálið við skeiðinum verða rokkið, so er neyðugt, at øll á stovninum luttaka.

    Forkunnleiki og fortreyt
    Eingin.

    Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at senda @ til KT Trygd á Gjaldstovuni ella á skeid@gjaldstovan.fo