Outlook tær snildu funkurnar
- Nær
- Frá Til
- Undirvísari
- Ása Andreasen
- Prísur
- 2.125
- Slag
- Skeið: Office 365
- Deild
- KT landsins
- Pláss eftir
- 10
Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook – uppá 3 tímar
Brúkar tú dagliga Outlook? Er tað kanska fleiri “Outlook’ útgávur síðan, tú hevur verið á skeið ;)? Og ert tú klár/ur yvir, at har eru nógvar funkur, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari? Men sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?
Lær at brúka snildu funkurnar í Outlook. Fá meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.
Endamálið er
at læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í Outlook. Funkur, sum eisini royndir brúkarar ikki vita eru til. Aftaná skeiðið kanst tú brúka Outlook í størri mun til at hjálpa tær við at stýra tínum teldupostum og uppgávum, so einki dettur burturímillum.
Innihald
Tú lærir
at fáa skil á og yvirlit yvir teldubrøv, sum tú manglar
at svara at gera fleiri undirskriftir, alt eftir hvønn tú skrivar til - á føroyskum, donskum, enskum - og lættliga at skifta ímillum
um fløgg og bólkar - ein sera snildur møguleiki at stýra øllum teldupostum og uppgávum, so eingin dettur burturímillum. Lær hvussu tú kanst brúka hesar funkur úrslitagott
at stovna kontaktpersónar og bólkar um nýggju funkuna "Hurtige dele"
at leggja ymiskan autotekst inn, so tú sleppur undan at skriva somu boð 100 ferðir’
at ‘automatisera’ teldubrøv við funkuni "regler"
at brúka leitifunkuna snildari
o.a.
Skeiðið er ætlað
teimum, sum vilja læra nýggju og snildu funkurnar í Outlook.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.