Leiðslukunning
- Nær
- Frá Til
- Slag
- Skeið: Fíggjarstýring
- Deild
- Bókhald landsins
- Pláss eftir
- 8
Í Leiðslukunningarskipanini er atgongd til allar týdningarmiklar upplýsingar úr skipanunum hjá Gjaldstovuni. Vit leggja stóran dent á at veita loysnir til øll stig í fyrisitingini, t.d. til makrobúskaparligar greiningar og til at stemma av serligar spurningar sum t.d. lønarkoyringar. Allar upplýsingar verða skrásettar á stovnsnummar, so tær eru meiri málrættaðar og tryggari. Í skipanini ber til at hava eftirlit við innanvirkis fíggjarætlan, t.d. liðað sundur á stað og endamál. Eisini ber til at fáa yvirlit yvir ognarar, skuldarar, kontu-avrit og at fáa talgildað skjal fram á skíggjan. Alt aftur til fyrstu skrásetingarnar í BSL.
Endamálið er
at geva grundleggjandi vitan um Leiðslukunningarskipanina og hvørjir møguleikar eru.
Innihald
innførsla í skipanina
møguleikar at vísa dátur og flyta út í rokniark
kontuavrit
fakturar
yvirlit yvir ognarar
yvirlit yvir skuldarar
loysa uppgávur
Skeiðið er ætlað
Stovnsleiðslum, teimum, ið arbeiða við fíggjarviðurskiftum og teimum, ið tørva gott yvirlit. Skeiðið er eisini ætlað teimum, ið dagliga skráseta í FSL-skipanini, t.d. verkgongdarskipanini, høvuðsbók og debitor.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er fyrimunur at duga bygnaðin í almennu kontuskipanini. Harafturat skulu luttakarar vera brúkarar við atgongd til minst eitt stovnsnummar.